Nýggjan vøll til 07 Vestur

Undantaksloyvi til vøll við Formula-støði verður bert givið í eitt ár. Tí skal nýtt stadion helst standa klárt í 2010, um karmarnir skulu samsvara ítróttarligu málunum hjá 07 Vestur

Fótbóltur

 

Vágaportalurin skrivar, at Sandavágs kommuna arbeiðir itøkiliga við ætlanum um nýtt stadion í kommununi. Talan er um vøll fyri 10 mió kr., umframt eina tilhoyrandi høll, sum ætlandi skal kostra 15 mió kr.

Nýggj FSF-krøvini gera nevnliga, at vøllurin á Vallolyruni ikki lýkur ásetingarnar. Og undantak frá hesum verður bert givið í eitt ár. Við øðrum oyrum, so krevur tað, at arbeitt verður skjótt, um karmarnir skulu fylgja við teimum ítróttarligu málum, sum 07 Vestur hevur sett.

Ælandi skal felagið nevnliga spæla í Formula-deildini í 2009, og so má nýggi vøllurin standa klárur í 2010, um heimadystirnir tá framvegis skulu spælast í Vágoynni.

Við Vágaportalin sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, at tey hava sett 1,3 mió kr. av til planering av økinum, og at tað arbeiði skal gerast í ar.

Í vikuni hevði Sandavágs kommuna fund við Miðvágs kommunu og 07 Vestur. Seinni er ætlanin, at bjóða umboðum fyri Sørvágs, Vestmanna og Kvívíkar kommunu á fund.

 

Mynd: Stadion