Nýggjan taktik-fund

Nývaldi fótbóltsforsetin vil fyrst og fremst tosa við feløgini, áðrenn hann kemur við útmeldingum um mál og mið

Greiða útmeldingin hjá Høgna í Stórustovu upp til forsetavalið hevur verið, at hann saman við feløgunum vil seta framtíðar kósina hjá føroyskum feløgunum.

Men merkir hetta samstundis, at hann heldur fjarstøðuna millum FSF og føroysku feløgini vera ov stóra, samstundis sum FSF hevur lagt nógv fyri í royndunum at røkka teimum krøvum, sum UEFA setir?

- Tú kanst kanska siga, at tað hava verið tveir veruleikar. Feløgini togast við tað dagliga, sjálvt um tey eisini eru partur av altjóða meldrinum. Og Fótbóltssambandið skal so eisini syrgja fyri, at feløgini eru ment at lúka tey krøv, sum verða pøst oman yvir tey úr erva.

So tað er kanska meira tað, at FSF skal vera ein hjálpandi hond í royndunum at røkka hesum krøvunum?

- Bæði og. Feløgini røkka krøvunum, sum er. Men tað er ikki meira enn akkurát. Vit síggja dømir, har eitt stadionkrav brádliga kemur óvart á, ella har eitt spæliloyvi liggur eftir og so framvegis.

- Tað, sum tað ræður um, er at finna eitt felags stev. At hava ein nýggjan taktik-fund, um tú vilt. Eg ivisti onga løtu í, at nevndin í FSF ger sítt besta, og at tað sama er galdandi fyri fyrisitingina og fyri feløgini. Tað ræður um at fáa hesi tingini gjørd við somu ferð og upp á sama máta.

Og hvussu kann tað máli røkkast?

- Eg trúgvi í botn og grund, at vit í FSF onkursvegna skulu inn at mansverja feløgini, soleiðis at tey ikki detta ímillum. Tað kunnu vit sjálvandi gera upp á fleiri mátar, men eitt er í øllum førum, at vit kunnu styrkja feløgini á leiðslufrontinum. At vit eru við til at førleikamenna tey, soleiðis at neyðuga vitanin støðugt er til staðar, heldur enn vit síggja eina somiki stóra útskifting í nevndunum, sum vit hava sæð.

So tað verður kanska eitt meira aktivt FSF, sum vit nú koma at síggja á heimafrontinum?

- Kanska, á tann hátt, at vit skulu meira aktivt í samband við feløgini. Og feløgini mugu eisini verða meira aktiv. Vit mugu finna tann rætta vinkulin til samstarvið, soleiðis at vit í feløg kunnu seta nøkur mál, sum arbeitt verður eftir, segði nývaldi fótbóltsforsetin, tá vit hittu hann á orði eftir FSF-valið.