Hósvík
Skúlaviðurskiftini hjá teimum umleið 45 børnunum í Hósvík verða munandi betri eftir summarfrítíðina, tá nýggi skúlin í bygdini verður liðugur og tikin í nýtslu.
Nýggi skúlabygningurin er 44 metrar langur og 12 metrar breiður, og er soleiðis stívliga 500 fermetrar stórur.
Tað er felagið Arbor í Hósvík hjá Finni Christensen, sum hevur staðið fyri allari byggingini, og hann havt fleiri undirveitarar undir sær.
Heðin Zachariassen sigur, at barnatalið í Hósvík er lutfalsliga stórt, og alt bendir á, at tað verður uppaftur størri, sum árini ganga.
- Av bygdunum í felags kommununi liggur Hósvíkin nærmast Havnini, og nú vit eru undir landi við 24 grundøkjum í bygdini aftrat, bendir alt á, at barnatalið fer at økjast.
Borgarstjórin vísir á, at Hósvík hevur næst størst barnatal av øllum bygdunum í Sunda kommunu.
Barnatalið í Norðskála/Oyrar skúla er 65, 45 eru í Hósvík, 43 í Hvalvík/ Streymnesi, og í Tjørnuvík eru 6 børn í skúlaaldri.
- Vit eru fegin um, at skúlin í Hósvík nú er undir landi, og vit gleða okkum at bjóða børnunum í nýggjan skúla eftir summarfrítíðina, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri.