Frítíðarheimið í Skrivaragøtu í Havn, ið er ein umlættingarstovnur, hevur fingið ein sergjørdan Citroën Jumper til at koyra sínar brúkarar til og frá ymiskum tiltøkum.
Bilurin er skiftur út við ein gott 8 ára gamlan umbygdan vøruvogn, sum hevði tænt fyri seg.
Nýggi bilurin er gjørdur til endamálið. Talan er um ein Citroën Jumper 2,8 HDI MH (miðal høgur) automatic við 128 hk dieselmotori, ið er uppbygdur í Danmark sum ein 9 persónabilur, ið lættliga kann gerast um, so pláss er til tveir rullustólar.
Hóast bilurin er stórur og rúmligur krevst einans vanligt koyrikort fyri at kunna koyra hann, soleiðis at starvsfólkini á stovninum sjálvi kunnu koyra hann.
Citroën hava spesialiserað seg í at gera sergjørdar bilar til nógv ymisk endamál, og bilurin lýkur øll ES-krøv til trygd.
Dragihurð er á síðuni, og aftan er ein lyft til at koyra rullustólar út og inn.
Á Frítíðarheiminum í Skrivaragøtu eru tey sera væl nøgd við bilin, sum lættir nógv um í teirra arbeiði.
Leiðarin á stovninum, Ingun Mohr Jacobsen, sigur, at starvsfólkini á stovninum hava savnað pening inn til bilin við tveimum stórum tiltøkum. Tá stovnurin fylti 25 ár, var stórt Tombola á verkstaðnum Vón á Argjum, og skipað hevur verið fyri neytamykjukapping.
Foreldur og avvarandi hjá brúkarunum hava hjálpt væl til við at skaffa lutir, eins og fyritøkur, feløg, peningastovnar og einkultar kommunur eisini hava stuðla.
Vit vilja takka øllum, sum hava stuðla okkum so væl i innsavningini til bilin, sum er eitt neyðugt amboð í okkara arbeiði, sigur Ingun Mohr Jacobsen.