Eftir øllum at døma verður neyðugt at finna nýggjan nevndarlim, nú Høgni í Stórustovu hevur gjørt av at stilla upp til forsetavalið í FSF. Einki forðar hvørki honum ella Óla Holm til eisini ast stilla upp til starvsnevndarvalið, men tað er ein møguleiki, sum tykist heldur fjarður fyri tann kandidatin, sum tapir dystin um ovasta sessin. Tí er lítið at ivast í, at hetta fram til í annaðkvøld – tá freistin fyri uppstilling er úti – fara feløg at arbeiða við at finna onkran nýggjan kandidat til nevndarvalið.