Nýggjan leiðara til teknisku umsitingina

Leirvík: Andrias Andreasen, byggiverkfrøðingur, er settur í starv sum leiðari í Teknisku umsitingini. Andrias hevur seinastu árini verið stjóri á Runavíkar Sjómansheimi og hevur annars drúgvar royndir innan tekniska økið í leiðslu og almennari umsiting.

Gøtu og Leirvíkar Kommuna hava síðan januar 2006 havt felags tekniska umsiting. Saman við leiðaranum starvast í alt trý fólk í felags teknisku umsitingini. Frá 1. september er Birgit Hansen, byggiverkfrøðingur, sett í starv í teknisku umsiting.

Í januar 2009 leggja Gøtu og Leirvíkar Kommunur saman í eina kommunu. Ein av uppgávunum hjá starvsfólkunum í tekniska umsiting er at fyrireika samanleggingina í nýggju Eysturkommunu.