Formansval
Formaður seinasta árið hjá fótbóltsspælarunum í Gøtu hevur verið Sonja á Líðarenda, men nú hon ikki ynskti at royna seg aftur, mátti aðalfundurin semjast um, hvør skal standa á odda fyri felagið komandi árið.
Valið fall á 30 ára gamla Svend Olsen, sum hóast hann ikki hevur verið í nevndini, longu í fleiri ár hevur verið sera virkin innan felagið.
Betra umstøðurnar
Við Sosialin sigur Svend, at hann sum so ikki hevur hugsað sær at framt nakrar kollveltandi broytingar, nú hann er komin í formanssessin.
- Eg rokni meira við, at talan verður um at byggja víðari á tað, sum vit longu hava her í felagnum. Sjálvsagt vil mann kanska royna at fremja onkrar smærri justeringar, men nakað kollveltandi verður talan so ikki um.
- Størsta málið hjá mær verður tó at betra um umstøðurnar kring vøllin hjá okkum her í Gøtu. Serliga hugsi eg her um húsið, sum vit í løtuni hava. Her kundi verið tiltrongt við nýggjum hølum, og tað er so nakað, sum eg ætli mær at arbeiða fram ímóti. Hesum viðvíkjandi spælir fíggjarligi parturin tó ein hampuliga stóran leiklut, so akkurát nær nakað konkret fer at henda á økinum, dugi eg ikki at siga, men sum sagt, so meti eg avgjørt hetta sum týdningarmesta málið fyri framman, sigur Svend Olsen at enda.