Bygnaðurin í tjóðveldisflokkinum hevur higartil verið tvíbýttur: Valdømisfeløg, aðalstjórn og starvsnevnd hava skipað seg øðrumegin. Meðan ting- og landsstýrismanning hevur verið skipað hinumegin.
Hesin bygnaður heldur fram, men ein floksstjórn verður nú vald við fimm limum, ið skal samskipa arbeiði floksins millum teir valdu politikararnar og floksskipanina annars.
Flokstingið velur formann, tveir næstformenn og kassameistara í floksstjórnina. Formaðurin og ein næstformaður skulu vera løgtingsvaldir politikarar, meðan hin næstformaðurin og kassameistarin skulu ikki hava sæti á tingi. Tingbólkurin velur sjálvur millum tey tingvaldu tann fimta limin í floksstjórnina.
Harafturat verða valdir tveir tiltakslimir, harav annar skal vera løgtingsvaldur.
Á flokstinginum leygardagin 8. apríl vóru hesi einmælt vald í floksstjórnina:
Høgni Hoydal er formaður í floksstjórnini
Heini O. Heinesen, sum er formaður í tingbólki tjóðveldisfloksins, er næstformaður í floksstjórnini
Óli Holm, er somuleiðis næstformaður í floksstjórnini og heldur fram sum formaður í aðalstjórnini
Hildur Patursson er floksstjórnarlimur
Atli Eiriksson er kassameistari
Tiltakslimir eru Finnur Helmsdal og Annlis Bjarkhamar
Álitið á fólkaræðisligu skipanina
Tann samskipaði bygnaðurin í flokkinum skal tryggja, at Tjóðveldisflokkurin kann ganga á odda í teimum stóru avbjóðingum, ið standa føroyingum fyri framman:
? Eitt miðvíst arbeiði skal gerast til tess at savna allar kreftir og virka fyri, at ein stórur meiriluti fer at atkvøða fyri at taka fulla ábyrgd av landinum á fólkaatkvøðuni
? Tjóðveldisflokkurin fer at leggja dent á at vísa á teir stóru møguleikar og fyrimunir, sum fullveldi fer at geva føroyingum
? Tjóðveldisflokkurin fer at í næstum at leggja fram síni stevnumið fyri politikkin í einum sjálvstøðugum og sjálvbjargnum Føroyum
? Tjóðveldisflokkurin fer at leggja fram ein greiðan vinnulívspolitikk, arbeiðsmarknaðarpolitikk, almanna- og heilsupolitikk, útbúgvingar og mentanarpolitikk, rættarpolitikk og umhvørvispolitikk
Tjóðveldisflokkurin fer komandi tíðina at leggja serligan dent á at skapa álit millum føroyingar á okkara fólkaræðisligu skipan og at fáa skapt álit og loyst tær mongu ósemjurnar á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðast skal fyri felags málum um betringar á egnum og tryggum grundarlagi, heldur enn at stríðast um teir trupulleikar og tær brostnu vónir, sum vit hava skapt undir heimastýrinum.
Tórshavn, 10. apríl 2000
Tjóðveldisflokkurin