Nýggjan flogvøll um átta ár

Stendur tað til landsstýrismannin við vinnumálum, so er flogvøllurin í Vágum liðugt útbygdur í 2010, meðan ein heilt nýggjur vøllur á Glyvursnesi ella í Søltuvík er klárur at taka í nýtslu fimm ár seinni

Sum Sosialurin skrivaði í gjár, verður flogvøllurin í Vágum yvirtikin 1. mei. Hetta hendir í sambandi við ætlaðu útbyggingina, har fíggingin endaliga er komin upp á pláss, eftir at Fólkatingið við 3. viðgerð í gjár samtykti at játta 365 mió. kr. úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar til endamálið.
Lagt er upp til, at vøllurin skal leingjast úr 1.250 upp í 1.600 metrar. Eitt norskt felag hevur kannað, hvat loysir seg best, og hesar kanningar vísa, at mest fæst fyri peningin við at leingja vøllin 350 metrar.
Politikararnir eru sum heild samdir um, at útbyggingin ikki kann bíða, tí flotin hjá Atlantsflog bestendur av flogførum, ið ikki verða framleidd longur, og sum frálíður mugu skiftast út við størri flogfør frá Airbus ella Boeing. Fyritreytin fyri fáa størri flogfør inn á Føroyaleiðina er at leingja vøllin.
Tað er ongin loyna, at landsstýrismaðurin í vinnumálum er heitur talsmaður fyri at byggja nýggjan vøll í Føroyum. Ella ein alternativa vøll, sum Bjarni Djurholm kallar tað.
Hann vísir kortini á, at sjálvt um avgerð skuldi verðið at bygt nýggjan vøll, so kann útbyggingin í Vágum als ikki bíða.
Spurdur um, nær kann roknast við, at vøllurin er liðugt útbygdur, sigur Bjarni Djurholm, at gongur sum ætlað, er longdi vøllurin klárur at taka í nýtslu í 2010.

Umfatandi kanningar
Væntandi er klárt at leggja eina anlegslóg fyri í Ólavsøkutingsetuni, bjóða uppgávuna út næsta ár og at arbeiðið eisini kann byrja í 2008. Mett verður, at tað fer at taka tvey ár at gera arbeiðið, sum umframt at leingja sjálvan vøllin, fevnir um at útbyggja terminalin og nútímansgera ella dagføra alla ta teknisku útgerðina.
Sjálvur vøllurin verður longdur ímóti Leitisvatni, men í hinum endanum móti Sørvági skal eisini gerast eitt trygdarøki upp á eina 60 metrar móti Sørvági.
Stóra útbyggingin í Vágum steðgar tó ikki strembanini eftir at fáa bygt ein heilt nýggjan vøll í Føroyum. Enn er ikki greitt, hvar tað verður, men at hetta antin verður á Glyvursnesi ella í Søltuvík í Sandoynni.
Sambært Bjarna Djurholm eru kanningarnar av, hvar best er at leggja flogvøllin, so umfatandi, at tær í fyrsta lagi kunnu vera lidnar í 2011.
Kortini er landsstýrismaðurin so mikið bjartskygdur, at hann roknar við at tað fer at bera til at fáa ein nýggjan vøll tiknan í nýtslu í 2015.