Finnleif Guttesen, býráðslimur
Tað gongur sum rótasúpan á Tvøroyri, at nýggjur fótbóltsvøllur og svimjihylur skal byggjast á Tvøroyri fyri einar 20 til 50 milliónir krónur.
At bæði fótbóltsvøllur og svimjihylur kundi verði betri eru øll samd um, og at tað verður neyðugt at byggja nýtt, eru øll eisini samd um.
Men nær tað verður er ikki heilt lætt at spáa um, tí við einari skuld við árslok uppá 74 milliónir krónur og einari netto inntøku uppá 43 milliónir krónur, harav 13 milliónir fara til avdrøg og rentur, kann tað taka nakað av tíð, áðrenn kommunan hevur rá til at gera nýggjan fótbóltsvøll og nýggja svimjihøll.
Undir alt lágmark
Tað er undir alt lágmark, at kommunupolitikarar fara út í einum valári og lova, at nú skulu tit fáa nýggja svimjihøll og nýggjan fótbóltsvøll innan stutta tíð, tí tað er at halda tey, sum brúka tíð og orku uppá hesar ítróttargreinir fyri gjøldur.
Kommunan kann stuðla
Kommunan stuðlar feløgum og kann eisini stuðla meira har tað er neyðugt. Í omanfyri nevndu ítróttargreinum kann kommunan t.d. stuðla, so at svimjarar kundu leiga/lánt svimjihylin í Vági nakrar tímar um vikuna, væl at merkja um tað er møguligt. Somuleiðis kann kommunan stuðla TB, so mikið, at láni av vøllinum ikki tyngir TB so nógv fíggjarliga.
Í øðrum kommunum blíva fótbóltsvøllir vanliga rindaði av kommununi og ikki av feløgunum.