Nýggjan bygnað í Starvsmannafelagið

Eitt av hjartamálunum hjá nýggja formanninum, ella rættari forkvinnuni í Starvsmannafelagnum, Selmu Ellingsgaard, er, at felagið fær ein nýggjan bygnað, sum skal nøkta tørvin hjá teimum nógvu fakbólkunum í felagnum

FAKFELAGSRØRSLA

 

Bygnaðurin í Starvsmannafelagnum er ótíðarhóskandi. Tað heldur nýggja forkvinnan í felagnum, Selma Ellingsgaard, ið seinastu tvey árini hevur sitið sum næstformaður ella næstforkvinna í felagnum.

Á sjálvum kvinnudegnum leygardagin varð Selma Ellingsgaard vald til at standa á odda fyri eitt av størstu fakfeløgunum í landinum. Hon var einasta valevni til formanspostin.

- Vit hava so nógvar fakbólkar, harav nógvar smáar, og tí kenna fleiri av limum okkara seg detta eitt sindur burturímillum. Tí er tørvur á at gera ein nýggjan bygnað, sum tekur hædd fyri øllum fakbólkunum, sigur nývalda forkvinnan, ið var gestur í tíðindasendingini á Rás2 klokkan 11 fyrrapartin.

Spurd um hvørjar eginleikar hon hevur at bjóða fram sum nýggj forkvinna í einum av landsins størstu fakfeløgum við á leið 2400 limum, sigur Selma Ellingsgaard:

- Eg haldi meg hava árræði og vilja og eri demokratisk og loyal. Hjartamálið hjá mær er at tæna limunum á bestan hátt, sigur Selma Ellingsgaard.

Nývalda forkvinnan er 36 ára gomul og útbúgvin sosialráðgevin. Hon hevur verið nevndarlimur í Starvsmannafelagnum síðani 2001. Selma Ellingsgaard varð útbúgvin í 1996 og hevur størsta partin av tíðini arbeitt sum sosialráðgevi í Tórshavnar kommunu.