Nýggjan blaðstjóra

Kenda amerikanska blaðið The New York Times hevur fingið nýggjan blaðstjóra. Tað er Bill Keller, sum tekur við eftir Howard Raines, sum fór frá í juni saman við aðalstjóranum Gerald Boyne. Teir báðir noyddust at leggja frá sær, tá tað varð avdúkað, at ein av blaðmonnunum hevði skrivað fleiri greinar, sum einki høvdu við veruleikan at gera. Í summum førum hevði hann eisini umskrivað greinar úr øðrum bløðum.

Avdúkingin kom tí kenda blaðnum sera illa við, men leiðslan sigur seg hava álit á, at tann nýggi blaðstjórin er førur fyri at útvega blaðnum tað álit, sum tað altíð hevur havt millum fólk.

Tann 54 ára gamli Bill Keller fekk í 1989 Pullitzer-heiðurslønina fyri tað, sum hann skrivaði um Sovjetsamveldið. Hann er tann 89. blaðmaðurin hjá The New York Times, sum hevur vunnið hendan heiður.