Nýggja Vísindasiðsemisnevndin sett

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur nú sett Vísindasiðsemisnevndina av nýggjum

Í Vísindasiðsemisnevndini skulu vera 7 limir, og limirnir eru nú júst vorðnir útskiftir. Landstýrismaðurin hevur sett nevndina av nýggjum.
Tey, ið nú manna Vísindasiðsemisnevndina, eru Inga Poulsen Dam, sóknarprestur, Sonni Smith, tíðindamaður, Malena Arnholdsdóttir, forkvinna í Javna, og Kári Mortensen, studentaskúlalærari.
Hesar fýra nevndarlimirnar hevur landsstýrismaðurin sjálvur valt.
Læknafelag Føroya hevur eisini valt tríggjar limir. Teir eru Fróði Joensen, yvirlækni, Gunnhild Ísfeldt, lækni og Dorrit Joensen, lækni.
Varalimir eru Marjun Bæk, sóknarprestur, Jan Jespersen, yvirlækni og Dánjal Højgaard, tíðindamaður.
Nevndin fer at skipa seg sjálv og velja formann og næstformann.

Uppgávur hjá nevndini
Vísindasiðsemisnevndin hevur til uppgávu at gera metingar um granskingarverkætlanir, sum fevna um og byggja á royndir við menniskjum og við arvaílegum.
Metingarnar hjá nevndini skulu fyrst og fremst tryggja, at tey menniskju, sum taka lut í verkætlanunum, verða vard.
Harumframt skulu metingarnar tryggja, at endamálið og framferðarhátturin í verkætlanunum eru í samsvari við vísindalig krøv.
Áðrenn farið verður í holt við eina biomedisinska granskingarverkætlan, skal Vísindasiðsemisnevndin gera meting av hesi ætlan og geva loyvi til, at hon kann byrja.
Lógargrundarlagið undir Vísindasiðsemisnevndini er at finna í fyriskipan nr. 862 frá 30. november 1999.

eys