Krabbamein: Vanligasta krabbameinssjúkan í Føroyum og Danmark er krabbamein í bróstunum.
Á hvørjum ári fáa í miðal 25 kvinnur í Føroyum og 4.200 kvinnur í Danmark staðfest hesa sjúkuna.
- Men nýggjur heilivágur gevur nýggja vón til hesar mongu kvinnur, skrivar heimasíðan hjá Krabbameinsfelagnum.
ATAC er tann stovnurin í heiminum, sum hevur gjørt mest burtur úr at granska krabbamein í brósti.
Kanningar hjá teimum vísa, at um kvinnur við krabbameini í brósti fáa nýggja heilivágin Arimidex beint eftir skurðviðgerðina í bróstinum, minkar vandin at fáa krabbamein aftur við 25 prosentum, í mun til um tær fáa heilivágin Tamoxifen, ið hevur verið leingi á marknaðinum.
Arimidex er eisini betri enn Tamoxifen at forða krabbameini til at breiða seg til onnur støð í kroppinum.
- Úrslitini vit hava sæð við nýggju antihormon-tablettunum síggja ógvuliga lovandi út, og haraftrat eru eingi hjáárin.
- Hetta er eitt lítið, men kortini gott stig tann rætta vegin fyri fólk við krabbameini í brósti, sigur Claus Kamby, sum er serfrøðingur í krabbameini við sjúkrahúsið í Herlev.