Sandavágur: Í vikuni skrivaði Sandavágs kommuna undir sáttmála við sp/f Johnfinn á Plógv um bygging av nýggju vøggustovuni í bygdini.
Trý tilboð komu uppá vøggustovuna og hevði Sp/f Johnfinn á Plógv lægsta boðið, sum er uppá góðar 2,8 mió. kr.
Sambært sáttmálanum skal timburarbeiðið vera liðugt tann 1. september í ár, men Rósa Samuelsen, borgarstjóri, sigur við Vágaportalin, at vøggustovan verður helst ikki liðug at taka í nýtslu fyrr enn seinni í heyst.
Tað verður pláss fyri 24-30 børnum í vøggustovuni í Sandavági. Samlaði kostnaðurin fer at liggja um 4 mió. krónur.