Uppboðssøla
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at stovnað eitt nýtt uppboðssølufelag, sum Ráfiskakeyparafelagið og Ráfiskaseljarafelagið skuldu eiga helvtina av, meðan Fiskamarknaður Føroya skuldi eiga hina helvtina.
Í hesum sambandi hevur nevndin í Fiskamarknaði Føroya samtykt at býta fyritøkuna uppí tvey, soleiðis landingarparturin verður ein og søluparturin ein annar.
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, sum seinastu árini hevur verið nevndarformaður í Fiskamarknaði Føroya, hevur sambært grein á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum stuðlað tilgongdini við einari nýggjari uppboðssølu av fullum huga.
Føroya Fiskimannafelag telist millum parteigararnar av Fiskamarknaðinum.
Bakkaði út
Egil Olsen, formaður í Ráfiskakeyparafelagnum, sigur, at orsøkin til, at keyparar og seljarar ikki vunnu undir land á hesum sinni, var, at nevndin í Ráfiskaseljarafelagnum eftir ein fund herfyri boðaði frá, at meiriluti var ikki í felagnum fyri at taka undir við fyriliggjandi uppskoti um uppboðssølu.
- Vit fingu ongar aðrar grundgevingar enn, at Ráfiskaseljarafelagið hevði viðgjørt hetta á fundi, og at ein meiriluti í felagnum avgjørdi at bakka út. Eg veit tí ikki ítøkiliga, hví hetta endaði soleiðis. Sum formaður í Ráfiskakeyparafelagnum, helt eg eins og Árni Joensen, formaður í Ráfiskaseljarafelagnum, at stevið millum feløgini var gott. Nú seljarafelagið hevur vrakað uppskotið, ivist eg í, um teir, sum umboðaðu felagið í spurninginum um felags uppboðssølu, hava havt sítt bakland í lagi, tá ið teir samráddust.
Egil Olsen sigur, at Ráfiskaseljarafelagið fer at hava ein eykaaðalfund, har felagið fer at taka málið uppaftur.
- Eg eri ógvuliga harmur um, at vit ikki náddu á mál við eini nýggjari uppboðssølu, nú vit vóru komin so langt og semja vísti seg at vera um meginreglurnar.
Støðan óbroytt
Spurdur, hvat nú hendir við Fiskamarknaði Føroya, um Ráfiskaseljarafelagið ikki broytir støðu og verður við í eini nýggjari uppboðssølu, sigur formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum:
- Tað dugi eg ikki at siga í løtuni, men eg vænti, at Fiskamarknaðurin koyrir sum higartil ? og so verður neyvan nøkur broyting beint fyri stavn.
Egil Olsen sigur, at Ráfiskaseljarafelagið hevur ikki tosað endaliga um, hvat gerast skal, um støðan hjá Ráfiskaseljarafelagnum verður óbroytt.
- Nú bíða vit í fyrsta lagi eftir, at nýggjur fundur hevur verið í seljarafelagnum, sigur hann.










