Myndafrásøgn
Nýggja tyrlan hjá Atlantic Airways varð sett í rutuflúgving, beinanveg hon var komin til Føroya.
Fyrsti túruruin var til Gásadals, og fyrsta ferðafólkið, sum nýtti tyrluna, var maður, sum fór niðan til Gásadals við hundi sínum í kassa. Hundinum dámdi einki at sita í hesum afturlatna kassanum. Hann hvein eitt sindur, tá farið varð, og legði ikki petti í heiðurin, honum varð sýndur, at verða fyrstur at flúgva í nýggju tyrluni.
Síðan varð flogið allan dagin. Úr Gásadali út í Mykines. Umvegis flogvøllin, Havnina, Skúvoy og Dímun til Froðbiar.
Aftur til Havnar, og Klaksvíkar, har lokala pressan kom við á framsýningartúr í Norðoyggjum.
Til æru fyri Norðlýsinum, sum fekk nógvar myndir, varð flogið yvir Klaksvíkini, áðrenn farið varð til Svínoyar, út á Kirkju og til Hattarvíkar.
Um Klaksvík, Havnina og Koltur varð flogið aftur á flogvøllin, har tyrlan varð sett fyri náttina. Men tá hevði skiparin eisini verið á flogið rímiliga nógvar tímar tilsamans, síðan hann um morgunin var farin úr Hetlandi við kós móti Føroyum.