Nýggja ættarliðið í Hoydølum

Við skúlaársbyrjan hevði Før­oya Stu­dent­a­skúli og HF-skeið inn­leiðslu­viku fyri ein­­um met­stór­um tali av nýggj­­u­m næm­ingum. Eini 300 ung luttóku í einari røð av til­tøkum, sum teir ymisku fak­bólk­ar­nir fyr­i­skipaðu bæði í Hoy­dølum og – sum nakað nýtt – eisini í Norð­ur­land­a­hús­i­num.

Sum eitt av tiltøkunum skuldi flokk­arnir snið­geva hvør sína floks-T-shirt, sum síð­ani varð brúkt sum eyð­kenn­is­búni, tá ið kapp­ingar fóru fram. Næmingafjøldin sæst her sum æla­bog­in - har hvør ein­stak­ur dropi er við til at mynda sín lit, og hvør lit­ur er við til at gera ta størri eind­ina, sum er annað og meira enn bara regn­drop­ar í sól­skini – eitt nýtt ætt­ar­lið á veg.