Nýggja Top Gear: Hetta siga ummælarar

BBC sjónvarpsrøin Top Gear er nú aftur at síggja. Ein størri uppgerð við ein av gomlu vertunum, Jeremy Clarkson, gjørdi, at røðin, sum hon var kend um allan heim, fór í søguna. Allir teir tríggir høvuðsmenninir í sendingini góvust og skulu í staðin gera líknandi bilasending fyri Amazon.

BBC vildi tó ikki sleppa Top Gear og fann nýggjar vertir til røðina. Nú hevur fyrsti partur verið á skíggjanum, og ummælararnir eru lunkaðir.

Chris Evans og Matt LeBlanc eru nýggir høvuðsvertir, og ummælararnir halda, at teir royna at eftirapa gomlu røðini.

- Tað er spell, at røðin ikki verður endurnýggjað meira. Hetta eru bara nýggir persónar, sum ger tað sama, skrivar ummælarin hjá The Guardian.

The Telegraph heldur, at fyrsta sendingin var góð, men at tað átti verið pláss til at sýnt bilarnar meira og havt minni skemt í sendingini. Ummælarin heldur, at innihaldið skal justerast nakað.

Tabloidblaðið The Sun hevur valt annan vinkul. Tey hava savnað boð av sosialu miðlunum, har kritiskir hyggjarar finnast at nýggju røðini, sum tey halda er vánalig. Og sum The Sun so líkt, hava tey brúk yvirskriftina ”Flop Gear”.