Aftur hesaferð var útselt til tjaldplássið fleiri ferðir. So ofta var útselt, at til endans vóru bara 150 pláss eftir boðaðu fyrireikararnir frá. Lat meg vera púra erligan og siga, at hesin sølutaktikkur virkar pent eitt sindur kiksaður. Eisini í fjør var útselt meiri enn einaferð, áðrenn fyrireikararnir brádliga gandaðu nøkur 100 tjaldingarpass fram aftur. Í so máta var tað einki nýtt í tí. Tað nýggja var hinvegin sjálvt tjaldplássið.
Fyri fyrstu ferð síðani G! byrjaði at hýsa tjaldandi gestum, var tjaldplássið ikki millum kirkjuna og skúlan í Gøtugjógv, men omanfyri bygdina Syðrugøtu. Sambært fyrireikarunum vóru almennu orsøkirnar til at flyta plássið eitt nú, at gamla tjaldingarøkið var minkað nógv orsaka av útbyggingini av skúlanum. Tí segðist eisini vera komin til at royna okkurt nýtt, og so skuldu fyrimunirnir við nýggja økinum vera fleiri.
Við tjaldplássinum í Syðrugøtu varð alt festivaltiltakið savnað í einari bygd. Ferðslutrygdin øktist, sjálvt tjaldplássið var størri og enn tá slættari enn tað við Gøtugjógv, vildi tónleikastjórin hjá G!, Jón Tyril, vera við.
Helst er hald í fyrstu uppáhaldunum hjá fyrireikarunum, men tað hava so verið einastu fyrimunirnir við nýggja økinum. Slættari er tað ikki. Tað er avgjørt heldur ikki høgligari at koma til. Hentleikarnir, sum tjaldplássið við Gøtugjógv hevði í skúlanum, fingu tjaldararnir ikki gleði av í sama mun. Stutt sagt er nýggja tjaldplássið ein verri loysn.
Størsti trupulleikin er fjarstøðan. Áður hava fólk válað aftur og fram millum tjaldplássið og festivaløkið – á sløttum. Tað plagdi at vera ein javnur streymur av fólki báðar vegir, sum gekk frá Gøtugjógv og inn í Syðrugøtu, framvið Grundini og endaði so inni á sjálvum festivaløkinum. Hóast tjaldararnir í fjør og árini fyri tað gingu frá einari bygd til aðra, so virkaði alt meiri savnað tá.
Nýggja tjaldplássið er upp á ongan máta ein partur av festivaløkinum, og Grundin var í ár eitt slag av einum blindtarmi.
rolant@sosialurin.fo
--
Myndir: Rólant Waag Dam
1412
Nýggja tjaldingarøkið var ein lítið tespilig sjón sunnudagin, tá alt var av
1302
Nøkur gjørdu meiri burtur úr “tjøldunum”
0279
Tey, sum vóru millum tey fyrst at seta tjaldið upp mikukvøldið, fingu góð pláss