Føroyar skulu til at taka fullveldi, eitur høvuðssetningurin hjá sitandi sjálvstýrissamgonguni. Hetta er ein meginregla, sum Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin taka undir við og hava undirskrivað.
Ein fyritreyt fyri at Føroyar kunnu gerast eitt sjálvstýrandi ríki, er at vit gerast búskaparliga óheftir av dønum. Hetta er ein uppgáva, sum vit øll eiga at taka í fullum álvara. Eitt er at tosa um fullveldi; eitt annað er at skilja, hvat tað er í veruleikanum merkir at gerast sjálvstøug!
Tað sýnist, at nakrir samgongupolitikarar ikki veruliga hava skilt, hvat tað merkir, at Føroyar gerast sjálvstýrandi - politiskt sum búskaparliga.
Tjóðveldisflokkurin, okkara sokallaði fremsti loysingarflokkur, hevur í huga, at Føroyar gerst eitt lýðveldi. Samstundis lovar Tjóðveldisflokkurin t.d. eitt nýtt tinghús, nýggjar skúlar - Tjóðveldisbýráðsformaðurin í Tórshavnar Kommunu hevur lovað ikki minni enn tríggjar nýggjar ítróttarhallir í Tórshavnar kommunu (Kollafjørður, Hoyvík og við Marknagil); samstundis, sum landsstýrismaðurin í mentunarmálum úr Tjóðveldisflokkinum minkar um møguleikarnar hjá ítróttarfeløgum at virka við at skerja játtanina hjá ÍSF á fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin í mentunarmálum tekur fullkomiliga grundarlagið undan føroysku ítróttarfeløgunum! Hvat nyttar tað at betra um umstøðurnar, tá ið man ikki hevur ráð at brúka tær?
Føroya fólk eigur í dag eitt løgtingshús, sum virkar væl til tað endamál, sum tað í síni tíð varð umbygt til. Løgtingsfundirnir fara fram í tinghúsinum, flokkarnir húsast á Gamla Apoteki og nevndirnar fyri tað mesta í Løgtingsskrivstovuni (Gomlu Dimmu). Tær 100 mill., sum eitt nýtt tinghús er mett at kosta, kundu verði nýttar betur til fólk, sum veruliga hava tær fyri neyðuni.
Sjálvstýrisflokkurin hevur í longri tíð víst á, at vit ikki taka undir við at byggja eitt nýtt løgtingshús.
At fara undir enn eitt stórt projekt her í høvuðsstaðnum, nú serfrøðingar ávara um ov stórt alment virksemi er enn eitt dømi um, hvussu ávísir politikarar (flokkar) hugsa; so skjótt, sum peningur er aftur í kassanum.
Skulu vit gerast ein sjálvstýrandi tjóð, so er umráðandi, at vit vísa okkum sjálvum og umheiminum, at vit eru uppgávuna vaksin. Vit eru noydd at halda aftur við útreiðslunum hjá landskassanum, vit mugu steðga vøksturin av almenna sektorinum, vit eru noydd at halda aftur við stórum almennum íløgum til tess at hava okkurt at standa ímóti við, tá ið tíðirnar aftur versna. Taka vit ikki annað skinn um bak og halda aftur við íløgum og útreiðslum, verða ongir pengar til nakað fullveldi!
Lat okkum taka annað skinn um bak og læra at raðfesta okkara framtíðaríløgur betur, til tess at alt Føroya fólk fær ágóðan av, at pengar aftur eru í kassanum. Lat okkum taka fullveldissetningin hjá samgonguni í fullum álvara og gera ætlanir hareftir!
Jákup Sverri Kass
sjálvstýrismaður