Íslendska stjórnarsamgongan verður ikki veruleiki fyrr enn eftir vikuskiftið Hóast fleiri fráboðanir um, at Ísland skuldi fáa nýggja stjórnarsamgongu í dag, so er nú greitt, at samgongan verður ikki veruleiki fyrr enn í næstu viku.
Fyrr í dag ljóðaði, at Samfylkingin og Vinstri Grønir vóru samdir um samgonguskjalið, men tað vísti seg, at Framsóknarflokkurin var ikki nøgdur við tað. Framsóknarflokkurin hevur játtað at virka sum stuðulsflokkur hjá stjórnini og vil tí hava ávirkan á politikkin.
Framsóknarflokkurin fer at viðgera samgonguskjalið aftur í morgin, og talsmenn hjá flokkinum siga, at eingin samgonga kemur fyrr enn aftan á vikuskiftið.