Nýggja steypið skal handast

Um vikuskiftið verða dystirnir í steypakappingini hjá dreingjum leiktir. Her er talan í ár um nýtt steyp, og er tað Prentmiðstøðin, sum hevur latið hetta. Sigandi heitið á steypinum er blaðberarasteypið, og lítið er at ivast í, at onkur av teimum, sum leygardagin fær hendur á steypinum, eisini er við í liðnum hjá Prentmiðstøðini, sum ber føroysku dagbløðini út kring landið. Fríggjadagin vóru tvær hálvfinalur á skránni, og skuldu ávíkavist HB-VB og B36-EB/S tá stríðast um finaluplássið. Sjálvur finaludysturin verður leiktur leygardagin.