Løgmaður heitti á andstøðuna um at samstarva við samgonguna, nú samgongan hevur mist meirilutan Tað fer at seta samgonguni og serliga landsstýrisfólkunum størri krøv, nú samgongan hevur mist meirilutan í Løgtinginum.
Tað segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, í Løgtinginum fyri løtu síðani, eftir at hann hevði staðfest, at Gerhard Lognberg er farin úr samgonguni.
Jóannes Eidesgaard segði, at samgongan fer at halda fram sum minnilutasamgona. Hann segði, at tann nýggja støðan fer at krevja samstarv millum samgonguna og andstøðuna, og hann eggjaði andstøðuni til at samstarva við samgonguna.










