Nýggja smápartafelagið, Sílnet í Gøtu: Fer í fyrsta lagi at framleiða

Kristian Sofus í Lambanum vónar, at felagið kann hava eini 4-6 fólk í arbeiði um ikki so langa tíð

Eitt nýtt smápartafelag er um dagarnar skrásett hjá Skráseting Føroya. Felagið eitur Sp/F Sílnet og hevur heimstað í Gøtu.
Stjóri í felagnum er Kristian Sofus í Lambanum, sum hevur arbeitt hjá P/F Vónini í eini 15 ár. Hann gavst hjá felagnum á nýggjárinum.
Framleiðsla og søla
Endamálið hjá felagnum er at reka handil, framleiðslu og annað starv í hesum sambandi, stendur í skrásetingini.
Kristian Sofus í Lambanum sigur við Sosialin, at felagið hevur leigað eina høll, sum P/F Skygni eigur í Syðrugøtu. Hetta felag er eitt dóttirfelag hjá P/F Varðanum, sum eigur Trónd í Gøtu.
- Vit byrja í smáum og á berum botni. Ætlanin er í fyrsta lagi at leggja okkum eftir at keypa net og framleiða nótir til alivinnuna. Sostatt fara vit at byggja upp eitt netavirki. Men vit fara eisini at leggja okkum eftir at framleiða og selja aðra útgerð til alivinnuna og fiskivinnuna annars.
Kristian vísir á, at Vónin og Netavirkið á Oyri eru teir einastu, sum framleiða nótir og selja útgerð til alivinnuna, og hann heldur, at her er ein lutfalsliga stórur marknaður, tí nógv úterð verður innflutt.
- Sjálvt netið verður keypt uttanlands, men nótirnar verða seymaðar og gjørdar til í Føroyum. Eingin framleiðir net til alivinnuna her heima.
Stjórin vísir á, at higartil hava føroyingar serliga keypt net úr Danmark og Noregi, men nú verða eyguni í størri mun vend eystureftir.
- Vit fara at kanna allar møguleikar fyri at fáa greiðu á, hvar netið fæst best og bíligast, sigur hann.
4-6 fólk í arbeiði
Sum nevnd, byrjar Sp/F Sílnet á berum botni og hølini, sum felagið hevur leigað, eru ikki serliga stór.
- Men hetta er so ein byrjan hjá okkum, sigur Kristian.
Hann vónar, at felagið kann hava eini 4-6 fólk í arbeiði um ikki so langa tíð.
Spurdur, um ætlanin er at selja línureiðskap og annað til útróðrarbátar, sigur stjórin, at tað ætla teir ikki.
- Vit fara serliga at leggja okkum eftir at arbeiða við neti og so selja aðra ali-og skipsútgerð við síðuna av.
Um Sp/F Sílnet eisini fer at framleiða trol, dugir hann ikki at siga í løtuni.
- Hølini eru ikki serliga stór, men nú fáa vit at síggja, hvat verður í framtíðini, sigur Kristian Sofus í Lambanum.