Nýggja skipið, sum ætlanin er at byggja til Strandferðsluna, er ikki hóskandi til at sigla upp á Fugloynna.
Tað siga Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloy, og Símun Gullaksen, varaborgarstjóri. Og nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at byggja skipið, siga tey í eini viðmerking, at tey vænta ikki at síggja skipið í Fugloy meiri enn tvær ella tríggjar ferðir um árið, tí tað verður bara tá ið veðrið, streymur og sjóvarfall eru 100 prosent til vildar.
Les eisini: Nú fær Strandferðslan eitt spildurnýtt skip
Tey vísa á, at nú hava tey havt Rituna í fleiri ár, og hana hava tey verið ómetaliga nøgd við. Og tey halda, at skal talan vera um eitt nýtt skip, sum kann gagna teimum, sum búgva í Fugloy, skal tað vera eitt skip, sum líkist Rituni, men við nøkrum tillagingum.
Hinvegin meta tey, at umstøðurnr í Fugloy eru so vánaligar, at tríkiljan, sum ætlanin er at byggja til Strandferðsluna, er eingin loysn.
– Fugloy er brimpláss og tað rekur hart, so tað setir serlig krøv til bæði skip og atløguviðurskifti, leggja tey afturat.
Les annars: Nú verða vit lyft upp í nútíðina
Hinvegin hava røddir eisini verið frammi um at gera rennistrong út í Fugloy, men tað halda tey bæði, borgarstjórin og varaborgarstjórin, lítið um, tí tey siga, at tað fer ikki at nøkta flutningstørvin