Thrash metal bólkurin SIC, sum leingi hevur verið ávegis við nýggjari fløgu, kom í dag í handlarnar við teirra nýggjasta verki. Fighters They Bleed, sum er heitið á nýggju fløguni hjá SIC, inniheldur 12 løg.
Jacob Hansen frá Hansen Studios, sum millum annað hevur arbeitt saman við Volbeat, Raunchy, Týr, er maðurin aftan fyri upptøkurnar, og hevur eisini produserað fløguna saman vid Eyðun Müller Thomsen & SIC.
Tue Madsen, frá Antfarm Studios, ið hevur samstarvað við eitt nú Mnemic og Hatesphere, hevur miksað & mastrað fløguna.
Í samband vid útgávuna verður útgávukonsert í Norðurlandahúsinum leygardagin 21.august kl. 19:00.
Til hetta tiltakið hava teir í SIC fingið ongan minni enn kult bólkin Hatespeech at byrja brakið.