Nýggja Scorpions fløgan kemur í mai

Tað verður eitt fløguaktuelt høvuðsnavn, ið spælir á Summar Festivalinum í ár. Seinastu vikurnar hevur Scorpions ljóðblandað fløguna Humanity ? Hour 1, ið kemur í handlarnar í mai.

 

Nýggja fløgan er tikin upp í Los Angeles, har bólkurin hevur búleikast og arbeitt í upptøkuhølunum í 4 mánaðir. Bólkurin sigur á heimasíðu síni, at ljóðblandingin eru nærum komin í hús.

 

Bólkurin er so smátt farin undir at spæla konsertir aftur, fyrsta konsertin var í Moskva har teir spældu fyri væluppløgdum áskoðarum í Kremlin Palace.