Tað er gott, at aðalstýrini hava slept heitið stýri og fingið ráð ístaðin, ið líka sum ljóðar betur í oyrunum hjá øllum vanligum føroyingum og teimum minni mentaðu í dag!
Eg havi hvørja ferð, vit fáa samgonguskjal orðað og undirskrivað, kent meg aftur í teimum, tá ein sum samfelagsborgari ígjøgnum bløðini fær sett síni fingramerki!
Eg havi fingið kunnað allar blaðlesarar mínar hugsjónir, atburðir, hugburðir, málburðir, ið ein heldur fram við, og at fylgja við øllum tí, ið hendir í øllum landinum!
Eg eri eisini nøgdur við býtið av málsøkjum millum løgmann og landsstýrismenn/kvinnu, ið ein moralskt vil stuðla í fýra ára løgtingsvalskeiðnum í kjakinum!
Eg havi nógv at stríðast fyri betri fortreytum/grundarlag føroyinga at liva og virka sjálvstøðugt uttan mun til hvør ið ein er, høgur/lágur í sam-felags høpi í dag!
Eg havi í umbúna eftir ólavsøku at taka upp aftur táttin við Tey Grønu í Føroyum & orkusparandi tøknina, ið danin Viggo Henning Flach sáli skapti í sínari tíð!
Eg havi í umbúna at gera nógv fyri at kunna føroyingar um týdning av at fyribyrgja og lekja deyðiligar sjúkur/fylgisjúkur við náttúruheilivági /náttúruúrdráttum!
Eg eri nøgdur við at alt kemur at ganga mær eftir vild, tí ein hevði rætt í øllum tí, ein førdi fram ímóti arvafíggindum, í øllum landinum, seinastu árini.
Eg havi við hjálp av bløðum, útvarpum, sjónvarpi fingið framburð, trivnað, persón-liga menning í lívslanga arvastríðnum ímóti øllum, ið nýttu øll tey skitnastu vápnini1
Eg vil takka bløðunum fyri ta vælvild tey í seinastuni eru farin at vísa einum, ið vil koma víðari í lívnum.










