Nýggja samferðsluhavnin í Suðuroy tikin í nýtslu

´Tollaksmessudag, hósdagin klokkan 12.30, verður nýggja samferðsluhavnin alment tikin í nýtslu

Suðuroyarsiglingin
Nú skal nýggja nýggja samferðsluhavnin á Trongsivágsfirði takast í nýtslu.
Tað verður hósdagin, tollaksmessudag at havnin verður tikin í nýtslu.
Á miðdegi hósdagin kemur Smyril suður av Havnini og klokkan kl 12.30 verður nýggja samferðsluhavnin á Trongisvágsfirði alment tikin í nýtslu og tí sambandi verður alment hátíðarhald við røðum og har Tvøroyrar hornorkestur fer at spæla  
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin og letur Strandfaraskipum Landsins samferðsluhavnina til nýtslu. Kristian Davidsen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, fer eisini at siga nøkur orð og síðani fær Jóannes Eidesgaard, løgmaður, orðið og tað verður eisini hann, sum fær heiðurin at at klippa snórin og sostatt at taka samferðsluhavnina alment í nýtslu.
 Eftir hetta bjóðar Landsverk til móttøku umborð á Smyrli.