Nýggja ársverksskipanin

Fríggjadagin kunngjørdi landsstýrismaðurin í Mentamálum, Høgni Hoydal, at eftir summarfrítíðina skulu føroysku lærararnir fara undir eina nýggja skipan við arbeiðstíðini. Føroysku lærararnir hava arbeitt undir skemabundnari skipan, men eftir summarfrítíðina verður farið til eina skipan við einari virksemisætlan fyri skúlaárið.
Skipanin hevur fingið íblástur frá skipanini á arbeiðsmarknaðinum. Vanliga verður mett, at arbeiðstíðin er 2080 tímar um árið. Tekur ein frítíð og frídagar frá skipanini, eitur talið 1800 tímar hjá lærararum. Ársverkið er sostatt gjørt upp til 1800 tímar árliga.
Arbeiðstíðin hjá lærararum verður í framtíðini býtt í skúlatíð og egintíð.
Skúlatíðin umfatar floksundirvísing, bólka undirvísing, lærarasamstarv, steðgir, bólkaundirvísing o.a. Egintíð ræður lærarin sjálvur, og umfatar fyrireiking, ráðlegging eftirmeting og samskifti við lærarar. Egintíðin er treytað av skúlatíðini hjá lærararum, og lagt er upp til at hálvur tími egintið fyri hvønn undirvísingar tíma. Undirvísir lærari ein lærari 27 tímar eina viku, so hevur hann rætt til 13,5 tímar í egintíð ta vikuna.
Endamálið við ársverksskipanini er at fáa eina greiða áseting hvat lærarastarvið umfatar. Eftir summarfrítíðina verður møguleiki at hava eftirlit, hvørjar uppgávur hvør einstakur lærari átekur sær. Eftir ætlan skulu lærari og skúlaleiðsla seta saman minst fýra vikur, áðrenn skúlaárið byrjar, at tilrættarleggja virksemisætlanina hjá læraranum fyri skúlaárið.
Ein arbeiðsbólkur við fimm limum hevur orðað nýggju skipanina við ársverkið. Tvey umboða hava verið fyri lærararnar, tvey fyri Mentamálaráðið og eitt fyri Fíggjamálaráðið. Í fyrstu atløgu verður talan um eina tvey ára royndartíð, har skipanin síðan verður tikin til eftirmetingar. Arbeiðsbólkurin skal hesi bæði árini fylgja við gongdini á skúlunum kring landið, og leggja fram uppskot um møguligar tillagingar ella broytingar við skipanini.