Í Klaksvík gera tey nýggja rampu til Sam ? ella Ternuna ? og á Syðradali verða eisini umvælingar gjørdar. Annan mánadag verður aftur siglt frá Stongunum á eystursíðuni í Klaksvík
Rampan, sum hevur ligið í Klaksvík, er frá fyrt 1970-unum og hevur tænt fyri sítt breyð. Tann, sum nú verður sett í, hevur áður verið í Skopun. Hon bleiv skift út í sambandi við, at Teistin sigldi har. Rampan hevur verið til verið til høvuðsumvælingar hjá J & K Joensen vesturi í Vágunum.
Roknað verður við, at arbeiðið við umvælingini og ísetan fer at kosta umleið 1,3 mill. Tað eru fólk frá Landsverk, sum vanliga umsita og røkja ferjulegurnar hjá Strandfaraskipum landsins, ið gera hetta arbeiðið. Tey hava nú í nakrar dagar umvælt rampuna til Sam ella Ternuna, sum vanliga røkja siglingina til og frá Kalsoynni.
Mett verður við, at siglingin verður aftur frá Stongunum á eystursíðuni í Klaksvik frá mánadegi 4. mai 2009. Í Syrðadali verður eisini ein lítil útbygging av havnalagnum gjørd.
Ein lítil vangi verður gjørdur sunnanvert rampuna, fyri at gera ein gripa, so lættari verður at leggja at ? eisini í ringum veðri. Hetta arbeiðið kostar umleið eina millión krónur.