Seinastu vikurnar hava fólk flest varnast, at tey hava fingið óvanligar nógvar teldupostar frá fyritøkum, stovnum og øðrum, ið boða frá, at tey hava dagført sínar dátuverndarreglar.
Orsøkin er nýggja persónsdátuvernda skipanin hjá ES, ið hevur hert krøvini fyri stovnar, fyritøkur og onnur, ið fáast við og goyma persónupplýsingar.
Lógin kom í gildi í dag og hevur tað millum annað, sambært BBC, ført við sær, at summar amerikanskar síður, ið ikki eru dagførdar í samsvar við nýggju lógina á økinum, ikki longur kunna lesast í ES-lond. Harímillum er heimasíðan hjá amerikanska miðlunum Los Angeles Times og the Chicago Tribune.
Føroyar eru ikki ein partur av ES og eru tí ikki fevnd av nýggju lógini, men føroyskar fyritøkur, ið hava nógv virksemi í ES-londum, eru fevnd av henni, upplýsir Eyðhild Skaalum, stjóri í Dátueftirlitinum.
- Nýggja ES-fyriskipanin er sett í gildi fyri ES-lond og er sostatt galdandi fyri ES-lond, men hon er ikki galdandi í Føroyum. Føroysk virkir kunna tó verða fevnd av nýggju reglunum, um tey hava virksemi í ES, sigur Eyðhild Skaalum.
Stjórin í Dátueftirlitinum vísir á, at Føroyar hava eina avtalu við ES um flyting av persónupplýsingar, men at higartil er eingin áheitan komin frá samveldinum um at dagføra tí avtaluna.
- Føroyar hava eina triðjalands góðkenning frá 2010, ið staðfestir at vit skulu hava eina tilsvarandi lóggávu. Tað merkir at ES trygt skal kunna flyta persónupplýsingar úr ES til Føroyar og øvugt, sigur Eyðhild Skaalum og leggur afturat, at føroyingar gjarna vilja varðveita avtaluna.
- Tað er ein góðkenning, ið vit fegin vilja varðveita, so um ES setur nýggj krøv til lóggávuna í samband við nýggju fyriskipanina, so muga vit tillaga tað, so vit kunna varðveita triðjalands góðkenningina. ES hevur sett sær sjálvum eina freist upp á fýra ár til at gera vart yvirfyri triðja londunum, um tey ynskja broytingar. Higartil hava vit einki hoyrt, men vit eru kortini farin undir at broyta hana.
Eyðhild Skaalum vísir á, at tað er Løgmansskrivstova, ið umsitur tann løgfrøðiliga partin av dátaverndarlógini og persónupplýsingum, og arbeiðir fyrisitingin við at dagføra lógina.
- Vit vænta arbeiðið verður liðugt í 2018. Talan er um broytingar, so at vit koma líkjast nýggju ES-fyriskipanini, men tað verða neyvan nakrar ógvusligar broytingar, sigur stjórin á Dátueftirlitinum.
Tað er einføld orsøk til, at broytingarnar ikki verða so stórar. Nýggja ES-fyriskipanin er ikki so øðrvísi frá tí gomlu.
- Tað er ikki so nógv nýtt í hesum. ES fær møguleikar at geva størri bøtur og tann, ið viðgerð persónupplýsingar skal ansa eitt sindur betri eftir og hava tann skrásetta meira við. Brúkarin fær eisini í størri mun møguleikan at vita hvat er skrásett og eisini til at biða ábyrgdarhavaran strika tað. Tað mesta hevur verið frammanundan, men tað verður skrivað eitt sindur týðiligari nú, sigur Eyðhild Skaalum.










