Í ár eru 20 ár liðin, síðani Tórshavnar býráð gjørdi av, at taka Perluna niður. Síðani hevur høvuðsstaðurin í Føroyum ikki átt eitt spælistað, har tónleikurin eigur fyrsta plássið.
Hetta munnu nógv hava harmast um, men nú ætlar Rógvi á Rógvu sær at gera nakað við málið. Hesar seinastu dagarnar hevur hann neviliga arbeitt við savna undirskriftir ella rættari sagt brøv inn frá fólki, sum hann í gjár ætlaði at handa Býráðnum. Talan er nevniliga ikki um eina heilt vanliga innsavning av undisskriftum. ? Tað er so lætt bara at skriva undir, og tí gjørdi eg av at biðja fólk skriva eitt bræv ístaðan. Tá meina tey, tað tey siga, sigur Rógvi á Rógvu, ið tey flestu munnu kenna sum trummusláara í m.ø. Plúmm, Føstufressum og Enekk.
Byrjaði sum teldubrøv
Hóast brøvini ikki hava verið so leingi ávegis ? Rógvi sendi tey fyrstu teldubrøvini fyri einari viku síðani ? so hevur hann longu fingið svar frá fleiri enn hálvtannaðhundrað fólkum, sum hava sent honum bæði áheitanir, yrkingar, rím og ævintýr. Hesi skuldu øll latast inn til Tórshavnar Býráð í gjár.
Gott fyri landskassan
Rógvi á Rógvu hevur sjálvur verið virkin tónleikari í eini 25 ár, hevur búð í m.ø. Íslandi og Danmark og spælt við hvørjari kleyv í Føroyum, sum hann sjálvur tekur til. Hann sigur, at í Íslandi eru umstøðurnar hjá tónleikarum góðar, og í niðri í Dnamark eru tær sera góðar. Í Havnini er tó einki stað, har til bert at lurta eftir tónleiki. - Hetta er ikki bert keðiligt fyri tónleikararnar, men eisini fyri áhoyararnar, sum ikki altíð at lurta, tí umstøðurnar eru so vánaligar, sigur Rógvi á Rógvu. Ætlanin hjá stigtakaranum er at gera eitt stað fyri ølkl sløg av tónleiki. Tað skal bara ikki vera eitt matstað, barr ella dansistað, tí tað heldur hann, at havnarfólk av nóg mikið av frammanundan.
- Teir flestu tónleikararnir í Havn hava hugsað um ávís hús, men tað allarbesta hevði verið at bygt nýtt. Hetta hevur ikki bert týdning fyri upplivilisini hjá fólki, men eisini fyri handilslívið í býnum, ferðavinnuna og harvið eisini landskassan. Tá politikarar bjóða gestum hendanvegin, er menatnin ofta tað fyrsta teir sýna fram, men hon hevur ikki altíð so góð kor, heldur Rógvi á Rógvu.
- Vit hava ein stóran og góðan musikkskúla, men ongan pall at framføra á. Hinvegin hava vit ongan listaskúla, men t.d. málarar hava høli at sýna fram í, vísir Rógvi á, sum sigur seg fegnast um eitt hús sum Mentanarhúsið í Fuglafirði, men ikki heldur, at eitt líknandi hús í Havn eigur at rekast á sama hátt, tí tað skal ikki rekast á kommersiellum, men listaligum grundarlagi.
- Vit hava bíðað í tjúgu ár síðani Perlan varð tikin niður. Hetta var eiun sorgardagir fyri okkum í Plúmm, minnist Rógvi aftur á, og griðir frá hvussu stoltir teir sum smádreingir vóru av at sleppa inn hagar. Í dag teljast teir millum Føroya fremstu tónleikarar og fleiri av plúmmarunum hava skapað sær eina yrkisleið sum musikarar uttanlands. Men kanska ein nýggj Perla fer at síggja dagsins ljós, um Tórshavnar býráð sýnir Rógva og hansara hugflogsríku brøvum og undirskriftum vælvild.