Nýggja og einfalda heimasíðu

Hjá P/F Wenzel í Havn hava tey nú fingið eina einfalda og framkomna heimasíðu, sum er sera løtt at arbeiða við hjá starvsfólkum. Designarin av heimasíðuni er Olav Petersen, langabbasonur gamla Wenzel Petersen

Tað verður meira og meira brúkt at fólk vitja tær ymisku heimasíðurnar hjá bilasølunum, tá tey hyggja sær eftir einum nýggjum ella brúktum bili. Hjá Ford umboðnum, P/F Wenzel, hava tey nú fingið eina einfalda og framkomna heimasíðu, sum er gjørd av Olav Petersen, sum býr í Odder, sunnan fyri Århus.

Olav er 29 ára gamal og útbúgvin heimasíðudesignari. Hann hevur specialiserað seg í í ASP (Active Server Page). Nú hevur hann gjørt eina sera einfalda heimasíðu, sum er løtt at arbeiða við, bæði hjá starvsfólkunum í fyritøkuni og hjá brúkarunum.

Hjá starvsfólkunum er skipanin so løtt at arbeiða við, at um tey als einki halda seg duga við teldum, kunnu tey uttan trupulleikar logga seg inn og broyta ella uppdatera heimasíðuna eftir egnum ynski.

Olav er langabbasonur stovnaran av fyritøkuni, Wenzel Petersen. Tað hongur soleiðis saman at Johs Petersen var sonur Wenzel Petersen, og stjórin hjá P/F Wenzel, Petur S. Petersen, er sonur Johs, og Olav er sonur Petur.

Petur og konan Margrethe, sum búgva í Vestmanna, eiga seks børn, fýra dreingir og tvær gentur. Olav er nummar 4 í røðini.