Fiskarímessa
.
-Eg haldi hetta er ein fantastisk hending sigur lgmaður. Tað vísir , at tað ber til at arbeiða nøkur ting upp. Tí, sum tað hevur verið sagt, so metti man Smyril vera alt ov stóran, tá hann kom, og tá gamla Norrøna kom, søgdu fólk tað sama. Men í báðum førum gingu bert nøkur fá ár og so vóru tær ov lítlar. Tað kann tykjast at vera øgiligt at fara undir eina slíka íløgu. Hon krevur nógv. Ein veldugan innsats frá øllum pørtum. Men eg vóni og ynski, at tað fer at ganga teimum gott, at tað eisini hesaferð verður soleiðis, at tað verður full nýsla av kapasitenum innan fyri stutta tíð.
Hvat viðvíkur stóru íløguni í Norrønu so vísir løgmaður á, at hon byggir á fullar professionellar og handilsligar metingar, og gongur hann út frá, at teir, sum hava gjørt hetta arbeiðið, hava mett tað vera skilagott. Tað krevur tó nógv av teimum.
-Hetta er ein veldugur útviklingur vit eru í, sum ikki bert fer at fáa stóran týdning fyri Føroyar men fyri alt økið í Norðuratlantshavi. Tað vil avgjørt at koma at vaksa um tað samstarv, sum longu er millum londini her sigur løgmaður.
Nú bleiv oljan ikki tað bein, sum so mong høvdu sett sítt álit til ? í hvussu so er ikki enn. Men løgmaður telist millum teirra, sum er tolin og heldur, at vit hava stundir at bíða. ?Her eru professionell feløg, sum stíla fyri, og vit mugu bara hava tol og álit á teimum. Um vit vera oljuland innan fyri 5, 10 ella 30 ár er ikki tað avgerandi. Tað avgerandi er, at hetta byggir á eitt haldgott og skilagott grundarlag. Og at vit ikki missa okkum sjálvi burt.