Nýggja Norröna av bakkastokki í morgin

Nýggja Norrøna, sum alt Føroya fólk bíðar í spenningi eftir ? og vónandi eisini umheimurin ? er nú við at gerast veruleiki. Leygardagin fer hon av bakkastokki í týska býnum Lübeck.

Nýggja Norrøna av bakkastokki leygardagin

Enn er bert alt stál, men tað gongur skjótt.






Nýtt skip


Tilsteðar verða fleiri hundrað gestir, føroyskir sum útlendskir. Smyril Line vil við hesum royna at marknaðarføra nýggju Norrönu, sum eftir ætlan skal fara í sigling í Atlantshavi næsta summar. Tað verður nógv gjørt burtur úr at fáa tíðindini um nýggja flaggskipið í Norðuratlantshavi út í altjóða fjølmiðlar og hevur Smyril Line sett professionellan fjølmiðlamann til at stíla fyri og samskipa. Tað er Kári Durhuus, sum vit kenna bæði frá sjónvarpinum og útvarpinum. Eftir hátíðarhaldið leygardagin verður tíðindafundur, har stjórin í Smyril Line, Óli Hammer fer greiða frá hesum tí kanska størsta einstaka projektinum í føroyskari søgu. Nýggja Norröna fer at kostar meira enn 700 mill. kr.

Kjølurin varð strektur á Flender Werft í januar, so skjótt gongur. Eftir ætlan verður nýggja Norröna latin Smyril Line í mars næsta ár.