Tær stóru útskiftingarnar vóru ikki til nevndarvalið á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag. Formansval verður næsta ár, men val av næstformanni var á skránni. Og hann er hin sami eftir fundin, og heldur fram.
Leila Zachariassen bar seg undan afturvali. Nenvdin sær nú soleiðis út. Ingeborg Vinther, forkvinna, Georg F. Hansen, næstformaður, Marius Clementsen, nevndarl., Margretha Rasmussen, nevndarl., Harry Benjaminsen, nevndarl., Karla Einarsson, nevndarl. og Sunrid Vang, nevndarl.
Tiltakslimir eru Osmund Berg, Jan Nielsen og Hans Madsen.
Eini 135 fólk vóru á aðalfundinum hjá FA um vikuskiftið.