Nýggja navnið Tilbúgvingarstovnur Føroya

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gjørt av at leggja Brunaumsjón Landsins og Tilbúgvingarsamskipanina saman í ein stovn. Og navnið á stovninum skal frameftir verða Tilbúgvingarstovnur Føroya. Í eini styttri skiftistíð hevur navnið á hesum stovnið verið Tilbúgvingar- og Brunaumsjón Landsins, men nú er avgjørt at nýggja navnið á stovninum skal verða

Tilbúgvingarstovnur Føroya.

Tann 1. januar í ár bleiv ein bygnaðarbroyting gjørd, soleiðis at MRCC og Tórshavn Radio í dag ikki longur er partur av Tilbúgvingarstovninum, men er ein stovnur fyri seg.

-Virkisøkið hjá Tilbúgvingarstovni Føroya fevnir eisini millum annað um brunatrygdarliga málsviðgerð og vegleiðing fyri landsstovnar, kommunur og fyritøkur, umframt ymiskar eftirlitsuppgávur av brunatrygdarligum slag, sigur stovnurin í tíðindaskrivi í dag.