Í dag - 14. januar - broytir 11 Café & Nightclub navn. Staðið ið nógv kenna sum eitt nú 11 Café & Nightclub, Manhattan, Plan B, broytir nú navn til Mojo Club.
- Vit hava nú tikið eina avgerð um at broyta navn, sigur ein av eigarunum, Remy á Kamarinum.
Spurdur, hví staðið broytir navn, sigur hann, at tá tey byrjaðu við matstovuni - Restaurant 11 - valdu tey at kalla kafé'ina, 11 Café & Nightclub.
- Í hesum sambandi vildu vit bjóða okkara viðskiftafólkum eina lættari og fjølbroyttari matskrá í kafé'ini. Vit halda, at fleiri av okkara viðskiftafólkum stundum blanda kaféina og matstovuna saman. Tí vilja vit nú broyta navn á kafé'ini, soleiðis at hesi bæði støðini verða serskild.
Hann leggur aftrat, at tað er ikki møguligt at fáa somu matskrá á báðum støðunum.
- Vit vilja halda fram at halda okkara serstaka støði á Restaurant 11 og Caféini, eins og vit hava gjørt heilt frá byrjan fyri umleið tveimum árum síðan.
Remy á Kamarinum vísir á, at tey nú eisini hava latið upp dansistaðið Valhøll.
- Soleiðis reka vit nú trý støð í Havn og vilja við navnabroytingini sundurskilja hesi støð, soleiðis at hvørt staðið fær veitt ta best møguligu viðskiftatænastuna, sigur hann.
Hann visir á, at nú staðið hevur broytt navn til Mojo Club,verða smáar broytingar eisni framdar.
- Vit fara eitt nú at hava nakrar nýggjar tættir, eitt nú Jam session, livandi tónleik hvørt vikuskifti, karaoke, hugnakvøld, mojo-quiz og fleiri tiltøk, ið eg ikki beinleiðis vil koma inn á, sigur Remy á Kamarinum.