Næst seinasta hósdag læt Hans Jacob Garðalíð upp nýggja matstovu í Havn. Matstovan kallast Shanghai og húsast í hølunum, har Nantong var áður í Havnar Klubba.
Hølini eru sett í stand og dagførd, og her er sera hugnaligt inni. Stórur partur av útbúnaðinum í køkinum er skift og dagført.
Hans Jacob Garðalíð sigur, at hann hevur buffet um middagin, og síðan er steakhouse frá klokkan 17 og út á kvøldið.
Hann sigur, at á buffét’ini verður dentur lagdur á væl tilreiddan asiatiskan mat við íblandingi av góðum føroyskum mati, eitt nú fiski.
- Tá klokkan fer av 17, hava vit búffar av grillini, og vit hava stoktan lambarygg, t-bone steak og helst eini tvey sløg av fiski - fyri at nevna nøkur ting úr matarskránni.
Hans Jacob Garðalíð sigur, at hann leggur stóran dent á at hava bestu rávøru á matstovuni, og hann fer á ongan hátt at spara í góðskuni.
- Sparir tú í góðskuni av rávøruni, missir tú viðskiftafólk, og tað er viðskiftafólkini, tú hevur brúk fyri. Motto’ið er besta rávøra fyri sámiligar og kappingarførar prísir, sigur matstovueigarin.