Nýggja manskórið í Ebenezer

Brøðrasamkomurnar hava í mong ár verið ramman um góðan og ríkan kórsang, sum hevur sett sín dám á tey vanligu sunnukvøldsmøtini og ikki minst á árligu samfelagsstevnurnar kring landið. Bæði Ebenezer og Betesda hava havt sangkór í mannaminni. Hvør kennir ikki Betesdakórið og Ebenezerkórið!

Fyri tveimum árum síðani, beint undan samfelegsstevnuni í Ebenezer í november í 2007, tóku menn stig til at stovna eitt manskór í Ebenezer. Eli Smith var ein av stigtakarunum. Eli fór at tosa við menn um ætlanina, og beinanvegin stillaðu uml. 40 mans upp til eitt manskór, sum sang longu fyri stúgvandi fullari høll á Nabb, tá samfelagsstevnan var í 2007. Jens Christian Guttesen og Eli Smith stjórna kórinum. Eli sigur, at menninir í dupultkvartettini í Ebenezer vóru longu við í byrjanini, og gjørdist tann berandi ryggurin í sjálvum startinum.


Fólk tóku ómetaliga væl ímóti hesum nýfødda “tónleikabarninum.” Í dag eru uml 60 mans í kórinum. Luttakarnir eru fyri tað mesta úr Suðurstreymi. Eli sigur, at menn allastaðni frá í landinum eru vælkomnir at vera við. Onkur av luttakarunum býr í Oyndafirði. Tað krevst einki meiri enn at ein syngur nøkunlunda reint. Kórið skal eisini síggjast sum eitt sosialt átak, har roynt verður at savna menn um góðan sang og góðan kristnan felagsskap.


Ynskja at ferðast

Leiðslan í kórinum sigur, at hon ynskir at koma runt landið at syngja, bæði í samkomum og almennum hølum. Í januar í ár vóru teir á einari sunnudagstourné, tá teir vitjaðu á trimum støðum: Á Eiði til morgunmøti, í Hebron í Leirvík seinnapartin og í Betesda í Klaksvík, á sunnukvøldsmøtinum. Í næstum er ætlanin at vitja á Sandoynni og í Vágunum.

Leygarkvøldið 02. mei sungu teir fyri fullum hølum á evangeliskum fundi í cafeteriuni í ítróttarhøllini á Skála. Sunnudagin 03. mei vitjaði kórið í Bethel í Vági.


Teir kundu hugsa sær at farið uttanlanda, men enn er eingin ítøkilig ætlan um tað, men Birgir Andreassen, sum syngur við í kórinum, eigur ein stóran missjónsbuss, og hann er ógvuliga spentur upp á, at bussurin kann vera ramman um eina tónleikaferð til útlandið. Undir samtaluni við Eli nevndu vit Íslendsku kallakórini, sum eru tiltikin góð. Eli sigur, at tað hevði verið stuttligt um ein túrur kundi verið gjørdur til Íslands, og tað kundi eisini verið íblástur hjá monnunum, at møtt og hoyrt okkurt av teimum gitnu Íslendsku kallakórunum.


Kórið hevur ikki fastar venjingartíðir, hetta tí, at fleiri av monnunum eru í øðrum kórum, sum venja regluliga, og menninir hava nógv at takast við ígjøgnum vikuna. Tað er ikki skilagott at leggja fleiri byrðar á teir, men tá ein vitjan er fastløgd, so verður vant regluliga frammanundan. Eli sigur, at skal man hava eitt kór og skal man syngja í einum kóri, so sleppur ein ikki undan at venja undir einum ella øðrum formi. Annars sigur Eli, at “nógvir av sangarunum eru ógvuliga “svangir” og spyrja meg ofta nær vit aftur fara út at syngja............vit hava fingið nógvar reaktiónir frá fólki.........øgiliga nógv fólk eru glað fyri kórið og dáma væl at hoyra okkum........nógvir eru eisini glaðir fyri at sleppa at vera við og føla at teir eru við i tænastuni at syngja.”


Eli hevur tikið stig til sangkór áður. Fyri 10 árum síðani, í 1999, byrjaði Eli eitt dreingjakór í sínum egna grannalagi í Havnini, og kórið kom at eita “Dreingjakórið Undir Brúnni.” Hetta eru dreingir undir skúlaaldur og upp til 12 ár. Fyri einum ári síðani kendi Eli tað soleiðis, at nú var tað vorðið ov nógv hjá sær, nú hann eisini hevði manskórið. Hann vildi tó ikki leggja kórið niður, men hevur fingið tvær dugnaligar kvinnur at loysa seg av; tær eru Hanna Jensen og Marta Dalsgarð.


Tað hevur ikki verið tann stóra traditíónin fyri manskórum í brøðrasamkomunum í Føroyum, men fyri mongum árum síðani royndu slíkir tónleikagarpar sum Viggo Dahl Christiansen, Jens Guttesen og Knút Háberg at hava eitt manskór í Ebenezer, sum var virksamt í eitt ávíst tíðarskeið. Vit ynskja nýggja manskórinum góðan byrð og nógv ár á sangleiðini og vóna, at teir skjótt sleppa at royna maskulinu røddirnar uttanfyri landoddarnar. 


Poul Jóhan Djurhuus

Gjaranes@post.olivant.fo