Tað var eingin ivi, tá ið NSÍ í dag hevði vitjan av grannunum í EBS/Skála. NSÍ vann 4-0 í fyrsta dystinum hjá teimum gulu í bestu deildini síðani 2006. Síðani hevur NSÍ viðhvørt verið í felagsliðið saman við B68.
Hansina Ronaldsdóttir, sum í fjør spældi við ÍVB, var í 14. minutti fyrsti málskjúttin hjá nýggja liðnum, og sjey minuttir seinni økti Unn Hvidbro um munin til 2-0.
Heimaliðið var greitt omaná, meðan tað gekk striltið hjá gestunum at vinna seg í góðar støður í brotsteiginum hjá NSÍ. Níggju minuttir eftir steðgin var Unn Hvidbro aftur málskjútti, og tríggjar minuttir seinni staðfesti Heidi Sevdal, sum í vetur flutti úr HB og til NSÍ, trivaliga 4-0 heimasigurin, sum ber við sær, at NSÍ er ovast á stigatalvuni eftir fyrsta umfarið.