Nýggja leiðslan í læru

Í sambandi við at tríggir ungir mans hava keypt tey bæði dansistøðini Eclips og Rex, umframt Café Natúr, er nýggja leiðslan farin í læru hjá gomlu leiðsluni.
Teir tríggir nýggju eigararnir, Hans Jørgen Djurhuus, Eyðun Simonsen og Poul Arne Jacobsen, hava gjørt av, at tað verður Poul Arne, ið framyvir skal verða stjóri á teimum trimum støðunum. Í hesum sambandi hava teir gjørt eina avtalu við núverandi eigaran og stjóran, Havgrím Johannesen, at Poul Arne skal fylgja honum í hansara dagliga arbeiði fram til eigaraskiftið, sum verður tann 1. apríl.