Hvørki Edmund Joensen ella Marjun Hanusardóttir verða við í panelinum á Jobmatch í Føroyahúsinum í Keypmannahavn fríggjakvøldið
Høgni Rasmussen, Sansir og Jógvan Svabo Samuelsen, MFS verða við á kjakinum á netverkskvøldinum á Jobmatch.
Nógvi politiski aktivitetur ímorgin førir við sær, at Edmund Joensen og Marjun Hanusardóttir, sum skuldi verða við í panelinum á netverkskvøldinum fríggjakvøldið í Føroyahúsinum noyðast at geva avboð.
Skráin verður sostatt henda:
Netverk Tiltak
Fríggjakvøldið 26. september klokkan 20.00 verður skipað fyri einum Netverkstiltaki í Føroyahúsinum.
20.00 Vælkomin og samandráttur av kanningum um
útisetar: Bogi Eliasen
20.10 Fokusbólkakanning: hví flyta føroyingar ikki
heimaftur? Suni Poulsen, Marketminds
20.30 Hví er grasið grønari í Føroyum?
Høgni Rasmussen, Hákun Steingrímsson
og Christian Nagata
21.00 Politiskt Hólmgonga:
Annita á Fríðriksmørk og Jógvan Svabo
Samuelsen, MFS
21.20 Kjak
22.00 Livetónleikur: Petur Háberg, Guðrið Hans-
dóttir, Maria Guttesen og Kári P
Tiltakið verður fyriskipað saman við Føroyahúsinum, og luttøka á netverkstiltakinum verður ókeypis!
Petur Háberg á Jobmatch:
Vegna sjúku verður Lena Anderssen ikki við á JobMatch. Fyri hana at spæla á netverkskvøldinum í Føroyahúsinum fríggjakvøldið kemur Petur Háberg, sum m.a. er kendur frá I Bet You Are Williams.