Sjúkrahús
-Leingi er tað, ið væl skal vera. Og tess størri er gleðin at vera við til at taka tann nýggja sjúkrahúsbygningin alment í nýtslu segði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við móttøkuna á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin. Hann ynskti øllum hjartaliga tillukku við hesum imponerandi úrslitinum. Hetta er valaverk, sum so nógv fólk
hava baksast við tey seinastu mongu árini, við at projektera, við at fáa
gongd á, og síðani við at greiða hesa ovurhonds uppgávuna úr hondum.
Landsstýrismaðurin vísti á, at byggiætlanin hevur samanumtikið hildið seg innanfyri tann kostnað, sum varð ásettur fyri góðum 6 árum síðani og helt fyri, at hetta man vera eitt eindømi, tá talan er um eina so stóra verkætlan. Og fyri hetta hava nógv fólk rós uppiborið: bygginevndin, sum megnaði at halda fast við upprunaligu verkætlanina, Landsverk, ráðgevandi verkfrøðingar og arkitektar, handverkarar og arbeiðsfólkið annars.
Og landsstýrismaðurin helt fram: -Ein sjúkrahúsbygningur er ikki "bara" ein og hvør bygningur. Tað munnu ikki vera nógv bygningsverk, sum krevja so nógvar ymiskar installatiónir av øllum møguligum, og ómøguligum slag, sum eitt nútímans sjúkrahús. Hvør einasta av teimum nógvu funktiónunum hevur síni serligu krøv til innrætting og til útbúnað. Og hetta skal jú bara rigga. Hvørja einastu ferð. At savna hesar óteljandi træðrirnar til eina hægri eind er jú eitt avrik, sum fær okkum onnur at undrast eina løtu sum hesa - áðrenn vit yppa øksl og halda leiðina fram. Tí vit hava so líðandi vant okkum við, at eitt sjúkrahús jú er ein sjálvsagdur partur av samfelagnum. Tað er bara har.
Summum tørvar tað meira og summum minni. Men á okkara døgum leggja vit øll leiðina framvið onkuntíð í lívinum. Og hurðarnar standa tíbetur opnar fyri teimum, sum hava tað fyri neyðini. Íbúgvar í Føroyum skulu ikki býtast sundur í a- og b-borgarar, tá teimum tørvar sjúkraviðgerð. Tí heilsan skal hava eitt trygdarnet, sum virkar. Á hesum øki skulu meskarnir vera ov smáir, heldur enn ov stórir. Og eitt sjúkrahúsverk fyri øll er ein av grund-súlunum í tí samfelag, sum tey flestu av okkum munnu ynskja. So at gerandisdagurin verður tryggari.
Landsstýrismaðurin vísti á, at við útbyggingini eru arbeiðsumstøðurnar hjá einum parti av starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum vorðnar munandi betri. Rannsóknarstovan er savnað á einum stað. Hetta man vera ein broyting tann rætta vegin fyri bioanalytikararnar. Kirurgiin hevur fingið stásiligar umstøður at arbeiða í. So nú verður lagamanni at koma undir knívin. Og tað verður spennandi at hoyra meira um, hvussu dagkirurgiska deildin fer at roynast. Sjúklingarnir og teirra
avvarðandi fáa í øllum førum stásiligar umstøður. Munur er á forhøllini, sum vit so leingi hava kent hana, og so at kunna sita og fáa sær ein bita við útsýni yvir Nólsoyarfjørð. (Munnu hesi fólkini vilja heimaftur, tá av tornar?) Og hann helt fram:
-Nýggjar umstøður á bráðfeingis móttøkuni, ella skaðastovuni, munnu nógv hava ynskt sær í langa tíð. Serlæknarnir innan medisin kunnu nú fegnast um at sleppa at virka á somu gongd í rúmligum hølum. Eisini er tað dámliga djarvt at hava gjørt bíðirúmið so lítið sum gjørligt, við tí endamáli at fáa bíðitíðirnar heilt burtur. Vit eru spent at hoyra, um hendan ambitiónin eydnast. Og ovast á verkinum fáa so skurðsjúklingarnir framúrskarandi umstøður at koma fyri seg. At tey rørslutarnaðu ikki eru gloymd, er enn eitt prógv um, at talan er um eina verkætlan, sum er væl gjøgnumhugsað.
Hans Pauli Strøm legði tó eina við, at vit mugu ikki hvíla ov leingi á teimum framdu avrikunum, tí nú standa aðrar avbjóðingar, onnur øki fyri túri. Her sipaði hann m.a. til, at rehabiliteringin eigur at fáa ta raðfesting, hon og vit øll hava uppiborið. Í Føroyum er hetta fak-økið higartil nærum smokkað burturímillum. Og tað er spell, tí rehabiliteringin er grundleggjandi, hon fevnir víða. Talan kann vera um eldri fólk við ymsum smá-løstum. Ella um fólk við ringum ryggi. Um sálarliga sjúk. Ella um fólk, sum hóraðu undan eftir ferðsluóhapp, eftir
blóðtøpp ella eftir álvarsliga sjúku. Tey hava tað til felags, at teirra
møguleikar fyri eini líkinda tilveru eru treytaðir av, hvørji tilboð um
venjing, um endurbúgving, ið standa teimum í boði. Rehabiliteringin rúmar við øðrum orðum eini røð av møguleikum. Sum geva teimum sjúku eina betri tilveru, og sum, ikki at gloyma, í seinasta enda minka um almennar
útreiðslur.
Sálarsjúklingar tolnir
Síðani nevndi landsstýrismaðurin sjúklingarnir á Psykiatrisku deild, sum alt ov leingi hava livað undir vesaligum korum. Og sum ikki hava tær somu umstøðurnar, ta somu røddina at gera vart við seg, sum aðrir sjúklingabólkar. Sálarsjúklingarnir hava verið tolnir. Nú má hesin sjúklingabólkurin eiga tørn. Nú mugu tey fáa betri tilboð, ein veruligan møguleika at gera framstig, enn eitt kamar saman við fleiri øðrum.
-Og eg kundi hildið áfram. Tí tað er ikki løtuverk, sum enn liggur á láni, hvørki tá talan er um tænastur, ella tá talan er umhølisviðurskifti. Tann framhaldandi útbyggingin, umvælingin og viðlíkahaldið er ómetaliga nógv annað og meira enn at skifta vindeygu og at gera nøkur penslastrok fyri at fríðka um fasadurnar. Ein stór uppgáva, sum liggur fyri framman, er at umvæla bygningarnar frá seksti-árunum. Og barakkin, sum ongantíð var ætlað sum annað enn ein fyribilsloysn, men sum enn í dag, góð 40 ár seinni, enn verður brúkt.
Hetta sigur okkum eitt sindur um tørvin á ábótum. Men tað sigur okkum
eisini, hvussu eldhugað nógv av starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum eru. Tað, sum eyðkennir tykkum, er tann fakligi stoltleikin og hugurin at gera arbeiðið til lítar. Her í húsinum økist ferðin á dagsins gerningum. Men sjúklingarnir skulu jú helst ikki kenna sviðan av tí øktu ferðini. Og tað er hendan javnvágin millum arbeiðstempo og tað menniskjansliga samskifti við sjúklingarnar, sum er torfør at finna. Og sum er stríggin at varðveita. Men sum ivaleyst er grundleggjandi fyri tykkara framhaldandi arbeiðsgleði.
At enda minti landsstýrismaðurin á, at allir landsins borgarar eiga at fáa gagn av hesum nýggju hølunum á Landssjúkrahúsinum, ikki bert fólk, sum búgva í miðstaðarøkinum og her um leiðir. Tí eiga vit at samskipa virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum í landinum so væl sum til ber. Tað eru sanniliga stórar og týdningarmiklar avbjóðingar á skránni innan
føroyska sjúkrahúsverkið tey næstu nógvu árini.