Nýggja lærara- og pedagogútbúgvingin komin undir land

Arbeiðsbólkurin, ið ger nýggjar lógarkarmar fyri lærara- og námsfrøðingaútbúgvingina, roknar við at handa Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum sítt uppskot í seinasta lagi 1. juni í ár.

Arbeiðsbólkurin byrjaði sítt arbeiði á vári 2008. Grundarlagið undir arbeiðinum er álitið um Pedagog- og Læraraútbúgvingina, sokallaða PLÚ-álitið, sum ein arbeiðsnevnd lat úr hondum í august 2006.

Sambært nýggju lógini um Fróðskaparsetur Føroya, sum kom í gildi 1. august 2008, skulu m.a. Fróðskaparsetrið og Læraraskúlin leggjast saman. Harvið verður pedagog- og læraraútbúgvingin partur av nýggja Fróðskaparsetrinum.

Arbeiðsbólkurin hevur m.a. kunnað seg um, hvussu hesar útbúgvingar verða skipaðar í okkara grannalondum. Í síðstu viku var arbeiðsbólkurin á kunningarferð í Íslandi, har Læraraskúlin og Háskóli Íslands vórðu lagdir saman fyri einum ári síðani.

Ferðin var stak væl eydnað. Arbeiðsbólkurin hevði fundir við íslendska Mentamálaráðið og við umboð fyri tær deildir í Háskóla Íslands, sum varða av lærara- og námsfrøðingaútbúgvingunum. Harumframt varð vitjað á skúlum og stovnum eins og fundur var við Íslendska Lærarafelagið.

Í arbeiðsbólkinum sita:

Martin Næs, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, sum er formaður,

Jóannes Hansen, rektari á Læraraskúlanum

Hildur Patursson, fulltrúi í Mentamálaráðnum

Janus Jensen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum

Skrivari hjá arbeiðsbólkinum er Jørgen Meitilberg, fulltrúi í Mentamálaráðnum.