Nýggja lógin í stuttum

Nýggja uppskotið frá Innlendismálaráðnum leggur í høvuðsheitum upp til, at tað gerst lættari og skjótari at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum

Saman við umsitingini og hinum ráðunum er landsstýrismaðurin við Innlendismálum í holt við at snikka eitt uppskot til, sum skal gera loysa trupulleikan á arbeiðsmarknaðinum.

Nýggja lógin, sum eftir ætlan verður sett í gildi á nýggjárinum, skal gera tað munandi lættari hjá ES-borgarum at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Talan er um »serliga skikkaða arbeiðsmegi«, og tað kann vera alt frá læknum til KT-fólk, og har er so ætlanin at gera ein sonevndan positivlista, har felt verður niður, innan hvørji starvsøki okkum vantar arbeiðsmegi.


Einfaldari og skjótari

Grein trý í uppskotinum viðger treytirnar hjá EU-borgarum at koma til landið at arbeiða, og hesar treytir ganga í stuttum út upp á, at arbeiðsgevarin skal tryggja 30 tíma viku, og skal somuleiðis tryggja, at viðkomandi útlendingur arbeiðir undir somu lønar og setanarviðurskiftum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Ásetingin »væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn« verður ikki longur avgerandi.

Í uppskotinum er møguleiki hjá fremmandari arbeiðsmegi at skifta millum arbeiði og arbeiðsgevarar. Hetta merkir í stuttum, at tú sleppur undan at binda útlendsku arbeiðsmegina til ein ávísan føroyskan arbeiðsgevara og eitt ávíst arbeiðspláss. Í kladduni til uppskotið verður mælt til, at sonevndar vikarstovur fáa høvi at koma inn í myndina. Við vikarskipanini ber til hjá vikarstovuni at leiga arbeiðsmegina út til tað virki, sum tann dagin hevur brúk fyri henni.