Nýggja Kvæðabókin 1 fæst nú aftur í tveimum bindum. Fyrra Kvæðabókin, sum Lindin gav út í 1996, er komin út aftur í nýggjari óbroyttari útgávu. Og eitt triðja bind er á veg. Í teimum báðum fyrru bókunum eru tilsamans 37 kvæði, tættir og rímur - frá seinastu øldunum báðum. Mesta tilfarið ervæl kent og verður ofta kvøðið og sum er heilt nýtt.
Útgávan er ætlað teimum, ið læra seg kvæði og teimum, ið vilja vita meira og samanbera tekstirnar. Tí eru upplýsingar um yrkjarar og ymisk frábregði í tekstunum og aðrar tilvísingar.
Kvæðayrkingin er ongantíð útdeyð og kvæðatradisjónir hava altíð broytst. Ofta til tað betra. Frásøgnin er framvegis aðaltátturin í dansinum. Tað er eingin treyt, at øll skulu kvøða við allatíðina. Men skal dansurin ganga, mugu nøkur taka undir og øll mugu lurta og liva við í frásøgnini.
Forlagið Lindin í Havn gevur út Nýggju Kvæðabókina, teimum til minnist, ið stovnaðu Dansifelagið í 1952. Sverri Egholm hevur lagt til rættis. Hestprent og Estra hava tikið sær av prentingini og bundið inn hjá Helga Justinussen.
Fyrra bókin, sum nú er komin í nýggjari útgávu, kostar 125 krónur, hin kostar 140 krónur.