Nýggja kryvjivirkið í Sørvági verður liðugt 15. august

P/f Luna keypti gamla saltfiskahúsið í Sørvági, sum nú verður umbygt til laksakryvjivirkið. Í gjár kom ein fraktbátur á Sørvág við hesum stóra karinum, sum verður móttøkukar á nýggja virkinum, her rúmast 20 tons av laksi í.

Seinasti laksurin verður kruvdur á gamla kryvjivirkinum nú hósdagin, fríggjadagin fara starvsfólkini á gamla kryvjivirkinum í summarfrí og tá tey byrja aftur um 15. august verður tað á nýggja kryvjivirkinum í Sørvági.

Umstøðurnar á nýggja krivjivirkinum í Sørvági verða munandi betur enn á gamla virkinum. Har verður rúmsátt og arbeiðsligt, arbeiðsgongdin verður nógv lættari og eisini kann nógv meira fiskur verða kruvdur uttan stórvegis hóvasták.